Alonso vann í Malaysia

Renault,Toyota og BMW/Williams á vinnaraskammilinum í Sepang, í eini kappkoyring ið enn einaferð boðaði frá, at 2005 verður eitt herligt formel 1 ár

Formel 1

Renault koyrarin Fernando Alonso vann koyringina frammafyri Jarno Trulli í Toyota og Nick Heidfeld í BMW/Williams. Fyri teir báðar fremstu var koyringin rættuliga støðug. Teir byrjaðu í fyrstu- og aðru byrjunarstøðu og hildu hesar støður alla koyringina.

Tað var ikki mín skyld
Seinastu koyring fyri tveimum vikum síðan, var tað liðfelagin hjá Alonsu, Giancarlo Fissichella sum vann. Hesuferð lá Fissichella leingi á triðja plássi. Men hansara dagur endaði heldur keðiliga. Við einans 20 umferðum eftir á mál, rendi Fissichella saman við Mark Webber í BMW/Williams. Báðir bilar brotnaðu, og steðgaðu á staðnum.

Fissichella hevði trupulleikar við dekkunum, og teir báðir BMW/Williams koyrarnir Webber og Heidfeld og Toyota koyrarin Ralf Schumacher fingu hann aftur. Hjá Webber eydnaðist tað at sleppa framvið Fissichella. Men Fissichella royndi at vinna plássið aftur í næsta svingið. Men hann gleið inn í bilin hjá Webber sum royndi at halda plássið.

Hvørgin teirra vildi sunnudagin viðganga, at skuldin var teirra, men báðir mundu eiga fitt av skuldini.

Fyri Nick Heidfeld var hetta ein gyltur møguleiki, hann stýrdi bilin gjøgnum rokið av brotnum bilum og tók triðjapláss, og seks stig, sum BMW/Williams ivaleyst eru sera glaðir um.

Montoya endaði á fjórða plássi og gav McLaren/Mercedes eitt sindur at gleðast um, ein dag har liðfelagin Kimi Räikkönen sá út til at endaði millum fremstu bilarnir, áðrenn hann punkteraði.

Á fimta plássi endaði Ralf Schumacher, sum eisini var byrjaður í fimtu støðu. Dagurin var rættuliga hendingarríkur fyri Ralf, sum millum annað rendi saman við, ja, ongum øðrum enn sama Webber. Fimta plássi gav Toyota tveir bilar í stigunum, og er eitt stórt herðaklapp til kanska mest skuffaða liðið í seinastu koyring.

Red Bull Racing og David Coulthard fingu sætta pláss, og vístu at góðu úrslitini fyri tveimum vikum síðan, ikki bert vóru hepni. Coulthard hevði ongan trupulleika við at halda heimsmeistaran Michael Schumacher aftanfyri seg á sjeynda plássi.

Ferrari kreppa
Ein klók kona segði einaferð: ?Formel 1 er ein ítróttur har 20 rasarabilar koyra runt og runt og so vinnur Michael Schumacher?. Men nógv umbroytist á mansins ævi, og eisini hetta. Nú eru bert 18 bilar í formel 1, og Michael Schumacher og alt Ferrari liði tykist alt annað enn kappingarført.

Liðfelagin hjá Schumacher; Rubens Barrichello lá á ellinta plássið, tá hann vegna dekktrupulleikar gavst.

Schumacher er ivaleyst glaður fyri síni fyrstu stig í ár. Men hann segði við fjølmiðlarnar, at hann sjálvandi var ivasamur um sínar møguleikar at verja heimsmeistaraheitið, og vinna tað sætta ár á rað.

Ferrari brúka í løtuni eina tillagaða útgávu av 2004 bilinum. Ætlanin var at bíða við at brúka nýggja bilin til seinni í kappingarárinum, men tað skilst, at Ferrari skulu royndarkoyra nýggja bilin í vikuni, við atliti til at brúka hann í næstu koyring í Bahrain um tvær vikur, tað bíðar formel 1 heimurin eftir í spenningi.