Formel 1
Finski McLaren Mercedes koyrarin Kimi Räikkönen fór inn í síðstu umferðina á odda fyri evropeisku koyringina, men tá spanski Fernanso Alsono góðan hálvan annan minutt seinni koyrdi fyrstur um málstrikuna, stóð Kimi Räikkönen við síðuna av breytini við sínum brotna Mercedes. Okkurt fremst á bilinum var brotna og vinstra framhjól datt av, og bilurin sendist runt á breytini.
Nick Heidfeld hevði tryggja sær fyrstu byrjunarstøðu, men misti fyrsta plássið til Räikkönen í sjálvari byrjanini. Bæði Räikkönen og Alonso høvdu valt bert at steðga tvær ferðir eftir bensini, Heidfeld steðgaði tríggjar ferðir, og triðja steðginum fór Alonso framvið. Men við Räikkönen úti fekk týskarin aðru viku á rað annað pláss.
David Coulthard varð heilt stóra jaliga upplivingin á Nürburgring. Eina løtu lá skotin á fyrsta plássi í sínum Red Bull bili, og tað hevði eingin spátt áðrenn ársbyrjan. Hann hevði ivaleyst kunna fingið triðjapláss, men hann koyrdi ov skjótt í pittinum og varð revsaður við at skula koyra gjøgnum pittin umaftur. Hetta gav brasilianska Ferrarikoyraranum Rubens Barrichello síðsta trinið á sigurskamlinum.
Liðfelagin hjá Barrichello Michael Schumacher gjørdi ikki nógv um seg, og endaði á fimta plássi..
Tann seinni Renault bilurin við italiumanninum Giancarlo Fisichella steðgaði upp, tá koyringin skuldi byrja, og varð tí noyddur at byrja aftast úr pittinum.Men við støðugari og góðari koyring arbeiddi hann seg upp til eitt sætta pláss.
Í fyrsta svingið rendi BMW-Williams førarin Mark Webber á McLaren Mercedes bilin hjá Juan Pablo Montoya. Webber fekk ikki hildið fram, og Montoya misti fleiri pláss. Montoya stríddist alla koyringina, og endaði á einum sjeynda plássi.
Síðsta stigið fekk Jarno Trulli, Tøkningarnir hjá Trulli brutu tíðarfreistina fyri at fara av breytini, áðrenn byrja verður at koyra. Hetta varð Trulli revsaður fyri og skuldi koyra ígjøgnum pittin. Liðfelagin hjá Trulli Ralf Schumacher hevur verið sera óheppin í ár, hetta varð eisini galdandi sunnudagin. Hann mistið gronina og forveingirnar á sínum Toyota í hendingini millum Webber og Montoya. Í síni roynd at koma aftur koyrdi hann útav og noyddist at gevast.
Red Bull Racing kunngjørdi í seinastu viku, at frá næstu koyring, sum verður í Kanada um tvær vikur, eitur annar koyrarin hjá liðnum David Coulthard og hin Christian Klien. Liuzzi fekk sostat eitt síðsta høvið, at vísa hvør dugur var í honum. Henda møguleika kundi hann havt brúkt betur. Hann fekk eitt níggjunda pláss 40 sekund aftanfyri liðfelagan David Coulthard. Men hann mundi ikki komið á mál, tí stutt áðrenn endan varð hann um at renna á pitveggin.
BAR-Honda høvdu stórar vónir áðrenn koyringina, men við Button nummar trettan og Sato sekstan í tíðarkoyringini, vórðu tær vónirnar nakað væl verri, og tá hvørgin teirra megnaði upp í stigini í koyringini, sær árið sera trupult út fyri BAR-Honda.
Samanumtikið eru Renault og kanska serliga Alonso aftur á sigurskós. Räikkönen er nú rættuliga langt aftan fyri Alonso í stigatali. Men einki er avgjørt enn, enn eru tólv koyringar eftir. Tað einasta, sum stendur greitt, er, at nógv ár eru síðan, so nógv lið bardust so tætt um stigini í formel 1.
Úrslitið á Nürburgring.
1Fernando Alonso Renault Italia
2Nick Heidfeld Williams-BMW Týskland+16.5 sekund
3Rubens Barrichello Ferrari Brasilia+18.5 sekund
4David Coulthard Red Bull Racing Skotland+31.5 sekund
5Michael SchumacherFerrari Týskland+50.4 sekund
6Giancarlo Fisichella Renault Italia+51.9 sekund
7Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes Kolumia+58.1 sekund
8Jarno Trulli Toyota Italia+71.0 sekund
9Vitantonio Liuzzi Red Bull Racing Italia+71.5 sekund
10 Jenson Button BAR-Honda England+95.7 sekund
11 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes Finnland+1 umferð
12 Takuma Sato BAR-Honda Japan+1 umferð
13Jacques Villeneuve Sauber-Petronas Kanada+1 Lap
14Felipe Massa Sauber-Petronas Brasilia+1 Lap
15Tiago Monteiro Jordan-Toyota Portugal+1 Lap
16Narain Karthikeyan Jordan-Toyota India+1 Lap
17Christijan Albers Minardi-Cosworth Holland+2 Laps
18Patrick Friesacher Minardi-Cosworth Eysturríki+3 Laps
Givin Ralf Schumacher Toyota Týskland+26 Laps
Givin Mark Webber Williams-BMW Avstralia+59 Laps