Sløkkilið arbeiða við at sløkkja ein brennandi bygning í Kiev. Myndin er tikin hin 15. mars. Aftur í dag er frætt um harðar spreingingar kring ukrainska høvuðsstaðin.

Álopini á ukrainska høvuðsstaðin halda fram

Higartil hevur tað ikki eydnast at kringseta høvuðsstaðin í Ukraina, og russiski herurin er ikki komin serliga nógv nærri teir seinastu dagarnar.

Sløkkilið arbeiða við at sløkkja ein brennandi bygning í Kiev. Myndin er tikin hin 15. mars. Aftur í dag er frætt um harðar spreingingar kring ukrainska høvuðsstaðin.

Fyri fáum vikum síðan var høvuðsstaðurin Kiev í Ukraina ein býur við stívliga trimum miljónum íbúgvum. Fleiri eru flýdd úr býnum og tey, sum eftir eru, stúra fyri nýggjum russiskum álopum á býin.

 

Bardagarnir kring Kiev halda fram úr øllum heraðshornum, og fleri bygningar í býnum eru álopnir av russiska herinum. Í morgun eru álop framd á í minsta lagi tveir bygningar í býnum.

 

Sambært Reuters eru tvey fólk deyð í álopum í morgun, og 46 fólk eru bjargað út úr einum brennandi íbúðarblokki í Sviatoshynskyi-økinum.

 

Tíðindastovan veit eisini at siga, at ein íbúðarblokkur aftrat er raktur í morgun, og hesin liggur í Podilskyi-økinum, tey rópa. AFP skrivar, at tríggjar harðar spreingingar hava verið í Kiev higartil í dag.

 

Tað eru skjótt tríggjar vikur síðan, at Russland leyp á Ukraina, og hesar vikurnar hava fleiri stórbýir, sum Kiev, Kharkiv og Kherson verið fyri fleiri russiskum álopum.

 

Býurin, Mariupol, hevur verið fyri nógvum hørðum álopum yvir eina longri tíð, og sagt verður, at her er næstan eingin matur og vatn eftir. Men, býurin er framvegis undir ukrainskum ræði.

 

- Higartil hevur tað ikki eydnast russiska herinum at kringseta høvuðsstaðin, Kiev, og russiski herurin er ikki komin serliga nógv nærri teir seinastu dagarnar.

 

Tað sigur norski obertloytnanturin, Geir Hågen Karlsen, sum starvast við Forsvarets Høgskole í Noregi.

 

Hann heldur, at tað tykist sum um, at russar royna at savna sær styrki og veitingar, og hugsandi er, heldur, Geir Hågen Karlsen, at russar gera seg til reiðar til nýggj álop.

 

Obertloytnanturin heldur, at russar eisini hava verið fyri stórum tapum í krígnum.

 

Hann heldur eisini, at ukrainarar gera seg til reiðar at verja seg og standa ímóti russiskum álopum.

 

Geir Hågen Karlsen væntar, at ukrainar byggja sær verjuskansar í tættbygdum øki, eins og Ukraina helst hevur herfólk, sum fara í mótálop, tá russisku álopini koma.

 

- Tað er sum heild lættari at verja býirnar enn landið annars. Í gøtunum hevur tú sterkar bygningar, og tú hevur gøtur, sum kunnu blokerast, sigur obertloytnanturin, Geir Hågen Karlsen við norskar miðlar.

 

 

 

Sløkkilið arbeiða við at sløkkja ein brennandi bygning í Kiev. Myndin er tikin hin 15. mars. Aftur í dag er frætt um harðar spreingingar kring ukrainska høvuðsstaðin.