Álopsspælari er givin í HB

Estlendski álopsspælarin Erik Sorga og HB eru farin hvør til sítt

26 ára gamla estlendski álopsspælarin Erik Sorga er ikki longur partur av hópinum hjá André Olsen.

 

Í kvøld skrivar HB soleiðis:

 

HB og Erik Sorga eru komin ásamt um at enda samstarvið vegna persónligar orsøkir.

 

Vit vilja takka Erik fyri tíðina í felagnum og ynskja honum alt tað besta víðari á leiðini, skrivar HB.

 

 

 

Erik Sorga varð keyptur í vetur í vónini um, at hann fór at vera vandamikil álopsspælari. Hann var við í sjey landskappingardystum, og hann skoraði einki mál. Fimm ferðir varð hann skiftur inn, og tvær ferðir varð hann skiftur út.

 

Í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið vann HB 2-0 á heimavølli ímóti B71. Tá var Erik Sorga á vøllinum í 64 minuttur uttan at skora mál.