Áheitan á allar politsku flokkarnar frá Útoyggjafelagnum
Um nei - hvussu síggja tit demografisku støðu Føroya um 10 ár? Er tíðin ikki komin, til at gera nakað fyri útoyggjarnar?
Er ikki vandi fyri, at útoyggjarnar standa manntómar innan 10 ár, um einki verður gjørt?
Vit í Útoyggjafelagnum eru av teirri áskoðan, at verður einki munagott gjørt nú, er alt dagligt virksemi horvið úr útoyggjunum um 10 ár.
Útoyggjafelagið ynskir: Einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búleikast og virka um landið alt! Vit vilja tí heita á politisku skipanina um at seta hesi tiltøk í verk sum skjótast:
- Útoyggjafelagið kemur á fíggjarlógina við 1.000.000 dkk. Hesin peningur skal nýtast til at seta ein aðalskrivara í felagnum. Hesin skal virka sum bindilið í millum nevndina í Útoyggjafelagnum og almennu mynduleikarnir, umframt at hjálpa íverksetum á útoyggj.
- Eisini skal hyggjast at stuðulskipanum, ið kunnu fáa fólk at flyta aftur á útoyggj. Tað er týdningarmikið at skapa arbeiðspláss fyri at fáa ein fólkavøkstur. Tí er sera umráðandi at stuðla undir tær vinnur, ið lata seg gera á útoyggj, og verður tá serliga hugsað um landbúnaðin og ferðavinnuna.
- Tað er dýrt at seta búgv á útoyggj. Bæði tí, at byggikostnaðurin er væl hægri enn í meginøkinum, og at fíggingarmøguleikarnir eru sera avmarkaðir. Ein loysn kundi verði, at bygging av heilárshúsum á útoyggj varð frítikin fyri MVG. Hetta, um so tað er treytað av bústaðarskyldu.
- Samferðslan er umráðandi fyri trivna á útoyggj. Sum støðan er í dag, er samferðslan sum heild góð, men havnarløgini eru í sera ringum standi, og sera dýr fyri smærri kommunur at reka. Vit vilja tí mæla til, at Landsverk yvirtekur havnarløgini á útoyggjunum. Hetta, tí LV hevur vitan og førleikar at viðlíkahalda havnarløg.
Eisini eru aðrir tættir, ið kundu verið tiknir við her, men teir eru væl lýstir í Útoyggjaálitinum, og ískoytinum til Útoyggjaálitið, ið varð skrivað í 2025, sum kann lesast her: Útoyggjaálitið
Stigini mugu takast nú!
Eru spurningar ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til felagið: [email protected]
Vegna Útoyggjafelagið
Marius á Geilini, Eva úr Dímun ogJóanis í Hoygarðinum
Nevndin, 4. Mars 2026











