- Alt er fantastiskt!

 Voxbotn er nú av álvara farið í gongd, og fyri lítlari løtu síðani var danski Bro á pallinum. Tað merkist í Vágsbotni, at fólkamongdin veksur, serliga aftaná at Bro var á pallinum.

Nógv skal til fyri at fáa eitt tiltak sum Voxbotn at hanga saman, og tað er nógv, ið kann ganga galið, men hesaferð hevur alt gingið eftir ætlan, og tiltakið koyrir so at siga eftir sporum.

 - Alt gongur fantastiskt! Veðrið er gott, og hann sigur frá betri veðri seinni eisini, segði ein glaður Rúni Djurhuus, tá in.fo fekk fatur á honum í áni.

Eitt, ið hevur verið ein afturvendandi trupulleiki við tiltøkum av ymsum slag her heima, er at tað er ikki altíð, at flogfarið lendir til tíðina við teimum, ið skulu framføra. Tann trupulleikin hevur tó ikki gjørt um seg hesaferð, tí Rúni Djurhuus váttar, at øll eru lend.

- Øll eru lend, alt er sum tað skal vera, so tað kundi ikki verið betri, sigur Rúni Djurhuus, ið væntar, at restin av tiltakinum heldur áfram líka væl sum higartil.