Alt gekk galið

Spælararnir hjá Stjørnuni vóru kvikar at sleppa sær inn í skiftirúmið eftir greiða tapið fyri Neistanum. Tað eydnaðist okkum tó at fáa orðið á Joan Midjord Djordjevic, og ikki óvæntað var hon illa nøgd um avrikið.

- Har gekk snøgt sagt einki eftir vild. Vit standa ikki nóg væl í verjuni, og tí koma vit alla tíðina at renna aftaná Neistanum.
Tit missa eisini Onnu Kristinu eftir bara seks minuttum. Tað ger væl ikki fortereytirnar betri?
- Í dag haldi eg, at alt gekk okkum ímóti, og í so máta var hatta bara ein partur av tí heila.
Og nú mistu tit oddasessin. Verður kappingin nú meira spennandi, enn fleiri roknaðu við?
- Vit hava so ongan tíð roknað við, at kappingin ikki bleiv spennandi. Og í øllum førum hava vit nógv ting, sum skulu rættast, áðrenn farið verður undir endaspælið, helt Joan.