- Tá eg síggi myndir og lesi um tað, sum hendir í Miðjarahavinum, hugsi eg, at eg má hjálpa á onkran hátt, sigur Jensina Olsen, sum nú er farin undir at savna pening inn til at hjá bátaflóttafólkunum í Miðjarahavinum.
Tað er umvegis heimasíðuna hjá Reyða Krossi, at Jensina Olsen roynir at geva eitt íkast til hjálpararbeiðið, sum altjóða felagsskapurin ger niðri í Grikkalandi í hesum døgum. Dagliga leggja bátar frá landi í Libya, fullfermdir við flóttafólkum, sum vóna at finna friðskjól og eitt betri lív í Evropa. Tað er ein ovurhonds stór uppgáva at skula taka ímóti øllum hesum flóttafólkunum, og Jensina Olsen ynskir at lyfta sín part av byrðuni.
- Eg hugsi ofta, at eg kundi líka gjarna búð í Grikkalandi og uppliva hetta upp á mín egna kropp. Í Grikkalandi hava fólk nú fingið forboð fyri at hjálpa flóttafólkum, tí uppgávan er so stór, og tí mugu vit onnur hjálpa gjøgnum altjóða felagsskapir, sigur hon.
Jensina Olsen heldur, at heimurin er vorðin so lítil nú, við internetinum og fartelefonum, at tað er munandi lættari hjá okkum at seta okkum inn í støðuna hjá teimum treingjandi.
- Vit síggja myndir av fólkum og kunnu kanska ofta hugsa, at hatta kundi verið mítt barn ella hatta kundi verið abbi mín. Tá gerst trongdin ofta stór at hjálpa, vit føla kanska eina størri ábyrgd at hjálpa, samstundis sum ein kanska følir eitt sindur av avmakt yvir fyri allari neyðini í heiminum, sigur Jensina Olsen.
Jensina Olsen skipar fyri eini innsavning gjøgnum síðuna hjá Reyða Krossi, har peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum í Grikkalandi. Jensina hevur einaferð fyrr savnað pening á hendan hátt. Tað ferðina var tað til flóttafólk undan krígnum í Sýria, og tað fekk hon 47.000 krónur inn.
Tað er soleiðis, at øll kunnu fara inn á síðuna hjá Jensinu, til dømis við at trýsta her, og geva sítt íkast til hjálpararbeiðið. Jensina hevði upprunaliga sett sær sum mál at savna 10.000 krónur inn, men hóast innsavningin einans hevur verið opin í eina góða viku og skal vera opin í ein mánað, hevur hon longu savnað yvir 10.000 krónur inn. Tó so, hvør króna er kærkomin.
- Nú koma so nógv flóttafólk, at Reyði Krossur ikki hevur fleiri sonevndar startpakkar at bjóða teimum. Startpakkin er heilt einfaldur, við heilt grundleggjandi reinføristingum í, so sum sápu og øðrum. Men tørvurin er so stórur, at pakkarnir eru gingnir undan.
Jensina Olsen sigur, at nógv gott og frívilligt arbeiði verður gjørt í Føroyum, og nevnir hon millum annað tey, sum starvast á Bláa Krossi og í Rumeniahjálpini.
- Í so máta er tað lætt, bara at skipa fyri eini slíkari peningainnsavning, men hon er eisini neyðug. Fólkini sum koma við bátunum, eiga einki. Púra als og aldeilis einki. Ilt er at ímynda sær at vera í eini verri støðu, sigur Jensina Olsen.
Jensina Olsen sigur, at hon fegin vil hava nógva hjálp frá fólki, men at hon ikki ynskir, at nakar gevur av skuldarkenslu.
- Her er ein møguleiki hjá teimum, sum hava ráð og hug at hjálpa. Eg veit, at tað eru fólk, sum ikki hava ráð at geva nakað, ella kanska vilja børnini sleppa at vera við. Tí havi eg sett sum minsta gávu, ein kann geva, at vera 50 krónur. Um onkur ikki hevur ráð til tað, kunnu tit kanska vera fleiri saman. Hóast tað kanska tykist lítið, so er eingin ivi um, at alt ger mun, sigur Jensina Olsen at enda.