Teitur Samuelsen hevur verið endurgivin fyri at siga, at Sandoyartunnilin verður ikki jólatrøll, um alt gongur, sum ætlað. Tað merkir - um hetta heldur - at tunnilin fer at lata upp einaferð fyri jól í ár.

Gongur sum ætlað í Sandoyartunlinum

Tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, fæst ikki at siga dagin, nær Sandoyartunnilin letur upp alment, men hann endurtekur, at arbeiðið gongur sum ætlað.

Teitur Samuelsen hevur verið endurgivin fyri at siga, at Sandoyartunnilin verður ikki jólatrøll, um alt gongur, sum ætlað. Tað merkir - um hetta heldur - at tunnilin fer at lata upp einaferð fyri jól í ár.

“Sandoyartunnilin verður ikki jólatrøll”. 

 

Hetta var yvirskriftin, vit høvdu her á In.fo fyri tveimum mánaðum síðan, og hetta kundi tað sama verið yvirskriftin í dag.

 

Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, endurtekur, at arbeiðini inni í tunlinum og arbeiðini, sum verða gjørd á Gomlurætt og í Traðardali, ganga sína gongd, og í øllum støðum gongur væl.

 

- Jú, eg kann bara endurtaka tað, eg segði fyrr í heyst. Vit miðja eftir, at tunnilin verður liðugur og letur upp alment í ár, men um vit náa tað, tori eg ikki at lova, sigur tunnilsstjórin.

 

Teitur Samuelsen hevur eisini verið endurgivin fyri at siga, at Sandoyartunnilin verður ikki jólatrøll, um alt gongur, sum ætlað. Tað merkir, at tunnilin alment fer at lata upp einaferð fyri jól í ár.

 

Hvussu tætt hetta verður at jólum, veit eingin, og tað vil tunnilsstjórin heldur einki siga um í løtuni.

 

Tá Eysturoyartunnilin læt upp hin 19. desember í 2020, var ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin fram til 10. januar 2021 – ella í einar tríggjar vikur tilsamans. 

 

Spurdur, um tað eisini fer at verða ókeypis at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin í einar 2-3 vikur, eftir at tunnilin er latin upp alment, sigur Teitur Samuelsen, at eingin støða er tikin til tann spurning enn. 

 

- Nei, tað dugi eg ikki at siga, tí hetta hava vit ikki tosað um, sigur hann.   

 

Tá vit spyrja Teit Samuelsen, nær fráboðanin um, nær Sandoyartunnilin fer at lata upp, fer at koma, sigur hann, at hetta helst verður í einari fráboðan á Facebook-vanganum hjá Sandoyartunlinum.

 

Men, hann dugir í løtuni ikki at siga, nær almenningurin fer at fáa hetta at vita. - Eg skilji væl, at fólk eru ótolin og spent, og tað eru fleiri, sum spyrja og fregnast, sigur Teitur Samuelsen.

 

Í Sandoyartunlinum eru fimm pumpustøðir, og her eru eitt nú fleiri tøknirúm, umframt eitt stórt tal av neyðtelefonum, vakmyndatólum og eldsløkkjarum. Tað er El-Service á Skála, sum stendur fyri el-arbeiðnum og øllum tí tøkniliga.   

 

Tað er ein tíð síðan, at alt arbeiðið við at tryggja og armera loft og tunnilsveggir varð liðugt og sambært fólki, sum dagliga arbeiða inni í tunlinum, gongur væl við ljósunum undir tunnilsloftinum. 

 

Entreprenørfyritøkan, J&K Petersen, er undirveitari hjá NCC og tekur sær av vegunum uttanfyri tunnilsmunnarnar, ávikavist á Gomlurætt og í Traðardali. Hesi arbeiði eru í gongd, og Teitur Samuelsen hevur sagt, at tað gongur væl, bæði á Gomlurætt og í Traðardali.

 

J&K Betong og Løvu Betong eru veitarar av øllum betonginum, sum er brúkt inni í tunlinum, bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri samrøður í samband við Sandoyartunnilin, sum skjótt letur upp, og her eru eitt nú samrøður við borgarstjórar í Sandoynni.

 

 

 

 

 

Teitur Samuelsen hevur verið endurgivin fyri at siga, at Sandoyartunnilin verður ikki jólatrøll, um alt gongur, sum ætlað. Tað merkir - um hetta heldur - at tunnilin fer at lata upp einaferð fyri jól í ár.