Sjey fólk doyðu, tá eitt flogfar datt niður á amerikanska statinum Alabama í gjár. Løgreglan sigur, at talan var um mann og konu og teirra fimm børn, sum vóru millum tvey og tíggju ára gomul. Tey vóru einsamøll í flogfarinum og vóru á veg úr býnum St. Louis í statinum Minnesota til býin Destin í Florida, har tey búðu.
Teir amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at flogfarið, sum var av slagnum Cessna C421, royndi at seta seg á flogvøllin uttan fyri býin Demopolis í Alabama, tí annar motorurin var steðgaður. Men flogfarið kom ikki til vøllin og datt niður í eitt skógarlendi.
Tey sjey í flogfarinum høvdu verið á ættarstevnu í St. Louis og vóru á veg til hús, tá vanlukkan hendi.