Alt í Kristi

Hetta er heitið á árliga Ársmøtinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum, sum byrjar hósdagin 18. mai og heldur fram til sunnudagin 21. mai.

Ársmøtið hjá Heimamissiónini verður aftur á skránni í ár. Tað byrjar 18. mai og heldur fram til 21. mai, 4 dagar. Evnið hesaferð er: Alt í Kristi!

Heimamissiónsfólk úr øllum Føroyum koma saman í Leguhúsinum í Nesvík einaferð um árið til ársmøti. Komið verður saman til fundar, har ið ymisk viðurskifti innan Heimamissiónina verða kunngjørd og viðgjørd. Fýra uppbyggjandi fundardagar saman við vinum og kenningum, og ikki minst brøðrum og systrum í Harranum.

At vera við til ársmøti, er nakað, sum átti at ligið nær hjá einum og hvørjum heimamissiónsfólki. Tí at tað er veruliga uppbyggjandi fyri tað kristna menniskjað at vera við til hesar fundir, samstundis sum tann einstaki fær eina betri mynd av, hvat Heimamissiónin er, hvat hon ger o.s.fr.. Ein sær, hvat ein er partur av. Tað er hugaligt.

Sum sagt, er heitið á Ársmøtinum í ár: Alt í Kristi! Hvat er meira týdningarmikið enn júst tað. Hvat hevði eitt ársmøti verið uttan so, at hetta var nakað, dentur varð lagdur á hjá tí einstaka? Vit savnast jú um Kristus Jesus, júst sum fólk í 2000 ár hava gjørt. Ápostlarnir á sinni savnaðust um Jesunavnið og fyri teir var Kristus jú alt. Og teir samgleddust um júst hetta sama: Alt í Kristi!

Hetta verður so tað, sum vit aftur í ár koma at savnast um. Eisini kemur hetta at verða evnið um nógv av tí, sum skal verða sagt á Ársmøtinum.

So latum okkum seta hvør øðrum stevnu í Nesvík 18. til 21. mai!

Ársmøtifaldarin er komin út við øllum viðkomandi upplýsingum á, samstundis sum Trúboðin, blaðið hjá Heimamissiónini júst er komið út til hvørt húski. Í tí Trúboðanum sæst skráin fyri Ársmøtið í ár.

Tú kanst bíleggja tær pláss og kost, við at ringja til HM-skrivstovuna í Nesvík á tel. 42 25 33 millum kl. 13 og 17 ella skriva tilmelding til fax 42 25 44. Eisini ber til at senda t-bræv til: [email protected]

Seinasta freist at tekna seg til ársmøtið er mánadagin 15. mai.