Hondbóltur: Hesa ferð vóru Føroyar í bólki saman við Estlandi, Finnlandi og Moldova, og kappingin var í estiska býnum, Viimsi, sum liggur ikki so langt uttan fyri høvuðsstaðin, Tallinn.
Estland var eisini fyrsta mótstøðuliðið, og her gjørdist talan beinanvegin um ein sannførandi føroyskan sigur, tí Føroyar vunnu 34-15. Her skal so sigast, at talan var um eitt estiskt landslið, ið fyri tað nógva var mannað við U21-spælarum, so tí gjørdist munurin kanska so stórur í dystinum langafríggjadag.
Sama dag spældu Finnland og Moldova javnt, 25-25, sum var eitt sera óvæntað úrslit, tí Finnland skuldi verið munandi sterkari. Hetta var kanska eisini eitt úrslit, ið ikki segði alt, tí tá føroysku kvinnurnar páskaaftan spældu lykladystin í bólkinum ímóti teimum finsku, bleiv talan um avsmurning.
Tað vísti seg, at finska liðið var væl fyrireikað og í øllum førum spældi betur, enn javnleikurin ímóti Moldova kundi bent á. Finnland vann 27-16, og serliga var tað í seinna hálvleiki, at føroysku kvinnurnar komu í trupulleikar, tí bara tvey mál vóru á muni í hálvleikssteðginum.
Úrslitið merkti, at bólkurin mestsum var avgjørdur undan seinasta dystinum, sum var páskadag ímóti Moldova. Føroyar vunnu greitt 37-23, men tað bleiv kortini ikki nóg mikið, tí samstundis vann Finnland 25-12 á Estlandi og yvirhálaði Føroyar við einum stigi.
Tað merkir so eisini, at tað verða Finnland og Ísrael, ið vann hin bólkin, sum sleppa at spæla finaluna í Keypmannahavn, tá Danmark og Norra í desember mánaði eru vertir fyri EM-endaspælinum.