Strikuspælarin hjá kyndilsmonnum, Janus Einar Sørensen, var alt annað enn nøgdur við avrikið hjá havnarliðnum í fyrru hálvfinaluni.
Teir skuldu als ikki havt vunnið við so nógvum málum. Men tað er sama søga umaftur. Vit fáa ikki mál, tí vit eru alt, alt ov óskarpir, segði Janus Einar eftir dystin.
Hann segði eisini, at tað var ov vánaligt av Kyndli at lata strandingar fáa so nógv mál av strikuni.
Vit vita jú, at teir spæla sera nógv upp á strikuna, og í Alexandur og Arthur Johansen hava teir tveir spælarar, sum duga sera væl at spæla strikuna. Hetta høvdu vit eisini tosað um undan dystinum, og vit høvdu avtalað, at vit skuldu ansa sera væl eftir hesum. Men tað heldur bara ikki í dystinum, og tað er ov vánaligt, heldur Janus Einar Sørensen.
Tó sigur Janus Einar, at teir í Kyndli als ikki hava mist trúnna á, at teir kunnu koma í steypafinaluna í ár.
Fimm mál er einki at snakka um. Um vit fáa góðan stuðul frá kyndilsáskoðarunum í Havn, so er tað als ikki ómøguligt at vinna samanlagt, segði Janus Einar Sørensen at enda.