- Allar leiðingar skulu skrásetast - leiðingar, brunnar, rensl. Ja, alt undir jørð skal nú skrásetast. Endamálið er at staðfesta, hvar allar leiðingar eru, so tað altíð er greitt, tá arbeitt verður, hvar rør og leiðingar eru.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.
- Arbeitt verður frá Heljareyga og yvir til Fossá, har allar regnvatns- og spillvatnsleiðingar verða uppmátaðar, og upplýsingar um tilfar og innihald verður skrásett.
Í kommununi verður víst á, at tað eru bert fá ár síðan, at kommunan byrjaði at skráseta leiðingar í samband við arbeiðir, og tí er størsti partur óskrásettur.
- Dúvað hevur tí oftani verið upp á minnið hjá starvsfólki og vitan hjá fyrrverandi starvsfólki.
Við at fáa alt skrásett talgilt, tryggjar kommunan sær, at allar upplýsingar eru tøkar til framtíðina, og at tað altíð verður gjørt inntriv á røttum staði.
- Hetta ger tað samstundis lættari at arbeiða víðari við heildarætlanini fyri spillvatn, og hetta fer við tíðini bæði at spara kommununi fyri tíð og pengar.
Lagt verður aftrat, at tað er fyritøkan Munin, sum stendur fyri arbeiðnum, og byrjað verður á Leiti.
- Í nøkrum førum verður farið inn í tún og garðar hjá fólki, men boðað verður frá frammanundan, siga tey í Vestmanna kommunu, har tey nú fara at skráseta allar leiðingar, sum liggja goymdar í jørðini.











