Føroyska U19 kvinnulandsliðið er í hesum døgum í Litava fyri at taka lut í EM-undankapping, har tær eru í bólki við Litava, Kosovo og Moldova.
Ígjár fingu føroysku kvinnurnar eina rimmar byrjan við at vinna 3-1 á litavisku vertunum, ið høvdu eina lítla favorittstøðu undan dystinum.
Tað vóru FC Nordsjælland leikararnir Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen, ið syrgdu fyri føroysku málunum.
11 minuttir vóru leiktir tá Sara legði Føroyar á odda 1-0. Litava javnaði seks minuttir undan steðginum, men beint undan hálvleiksloki legði Kára Føroyar á odda 2-1. Brá Zakariasardóttir átti uppleggið. Klokkan vísti 81 minuttir tá Sara staðfesti sigurin. Hesaferð átti Silja R. Trier uppleggið.
Í hinum dystinum í bólki 2 vann Kosovo 6-0 á Moldova. Mikumorgun klokkan 10 spæla Føroyar móti Moldova.
Tær 11 sum byrjaðu inni:
12 Ingrið Berg Rasmussen (M)
3 Ró Gray Djurhuus
4 Emma Charlotta Knudsen (85.)
5 Helga Mikkelsen
6 Halla Morgan Ejdesgaard
7 Kára Sigurðsson
8 Sara Benjaminsen
9 Silja Ragnarsdóttir Trier (85.)
10 Brá Zakariasardóttir (L)
11 Eydna Olsen Dalheim
14 Mirjam Skoralíð (76.)
Eykaleikarar:
1 Rannvá við Streym (M)
2 Sofía Ejdesgaard Hansen (85.)
13 Reima Isaksen (76.)
15 Birita Mohr
16 Margreta Elisdóttir í Buð
17 Lý Gray Djurhuus
18 Karla Sjóstein (85.)
Kelda: FSF











