Nøkur foreldur at børnum í býlingshúsinum í Smærugøtu, undir Brúnni, seta í grein í Dimmalætting spurnartekin við framferðarháttin hjá Tórshavnar býráð og undirritaða, tá talan er um umstøðurnar viðvíkjandi dagsstovninum undir Brúnni í sambandi við byggingina av Berjabrekku 3.
Í fyrsta lagi er tað harmiligt, at hesi góðu foreldur kenna seg noydd at vera dulnevnd, tí tað kundi verið stak áhugavert at fingið orð á tey og sloppið at greitt teimum frá, hvat alt hetta málið í veruleikanum snýr seg um.
Eftir øllum at døma hevur kunningin ikki verið nøktandi, og tað harmist eg almikið um. Ikki minst, tí veruleikin um alt hetta málið er alt annað enn ein sorgarleikur ella eitt afturstig, soleiðis sum tað dúgliga verður gjørt til.
Tvørturímóti eru ætlanirnar fyri alt økið endurskoðaðar, so tær koma øllum pørtum til góðar. Eitt nú kann eg nevna, at sett er av eitt fríøki upp á yvir 2.000 fermetrar beint við dagsstovnin, sum er frítt at brúka. Hetta eru nógv betri umstøður, enn talan var um frammanundan.
Somuleiðis ber nú til at fáa spælihúsið nærri sjálvum dagsstovninum, so tað í allar mátar verður høgligari og betri hjá bæði børnum og starvsfólkum. Haraftrat fáa vit tryggja, at hetta spælihús í framtíðini verður brúkt til tað, tað er ætlað til. Hetta hevur tíverri ikki verið so frammanundan.
Samanumtikið kann staðfestast, at verandi samgonga í býráðnum hevur, meiri enn nøkur undan henni, skapt góðar og tryggar umstøður hjá børnunum. Ikki minst við at tora at taka stigið og føra út í verkið karmar fyri barnaansingina í Tórshavnar kommunu, so barnaansingartørvurin í august komandi ár er nøktaður 100 prosent!
Umframt teir fýra nýggju ansingarstovnarnar, sum eru bygdir í hesi setuni, koma fimm nýggir aftrat komandi ár. So her ber ikki til at siga, at vit í býráðnum ikki virða børnini. Tvørturímóti er staðfesti veruleikin, at vit hava fingið níggju nýggjar stovnar við góðum og tryggum umhvørvi fyri børn, starvsfólk og for-eldur.
Eftir stendur kortini, at eg harmist um, at hesi góðu foreldur, ið kendu seg noydd at tríva í pennin og seta greinina »Ein opin viðmerking til eina meining« í Dimmalætting, ikki heldur valdu seg seta seg í samband við okkum, ið umsita og útinna tær uppgávur, brúk er fyri at fáa loystar í kommununi.
Tað hevur ikki so nógv upp á seg at taka hornið av telefonini og biðja um eitt prát um viðurskiftini á staðnum, so at høvið er at greiða frá teimum framtíðarætlanum, ið eru fyri stovnin.
Skuldi áhugi verið fyri tí, eri eg í øllum førum til reiðar at koma á staðið at greiða frá og hoyra tykkara sjónarmið.