Tað er ikki eitt ljóð at hoyra í øllum hesum stóra bygninginum.
Her eiga nógv fólk at vera til arbeiðis, nú klokkan er farin at nærkast 14 seinnapartin mikudagin.
Á hesum varda verkstaðnum á Brekku eru 23 brúkarar knýttir til. Men hesa løtuna er ilt at skilja, hvar tey eru og hvat tey gera.
Úr erva hoyrist eitt útvarp sjangra. Her man onkur vera. Og jú, mín sann: Inni í einum rúmi sita fleiri kvinnur og takast við ymiskt handaligt arbeiði.
Jólatrøll
Tað er skilligt at hetta er nakað teimum dáma avbera væl. Tær sita allar og konsentrera seg 100 % um tað handarbeiðið, sum nú skal gerast liðugt. Tær látast ikki um vóna, at ein tíðindamaður frá Sosialinum kemur á vitjan.
Orsøkin til friðin er helst at finna í tí, at tað nú av álvara er farið at styttast til dagin, tá jólasølan verður. Tað ræður um at fáa alt liðugt, so tað ikki gerst jólatrøll.
Enn er nakað av tíð eftir. Men leygarmorgunin kl. 10 lata tey dyrnar upp, og tá skulu allir hesir hundraðtals ymisku lutirnir til sølu.
Tá satt skal sigast, so hevur ikki staðið á at sleppa av við teir. Tað er nú ikki tað ringasta at hava í huga, tá ein fæst við eitt handaligt arbeiði:
Ger teg lidnan við tað, og tú ert vísur í at tað verður selt henda dagin!
Upplivingar og arbeiði
Sum nevnt er 23 brúkarar knýttir at Varda Verkstaðnum á Brekku, sum tað eitur. Tey eru øll úr Norðoyggjum, - onkur býr heima, meðan onnur eru á sambýli.
Øll eru ikki á verkstaðnum samstundis. Men tá tey eru her, so hevur ein lagt tað soleiðis til rættis, at øll fáa nakað burturúr.
Verkstaðurin er býttur upp í tríggjar deildir, um ein kann lýsa tað soleiðis: Ein til timbur, ein til seyming og ein til blandað ítriv.
- Hetta skal vera sum eitt arbeiðspláss. Men hetta er somuleiðis eitt stað, har tey fáa nakrar upplivingar og kunnu læra nakað nýtt, sigur Jóna Olsen.
Í hesi stovuni er øll útgerð til hetta ymiska handaliga arbeiðið. Men á niðaru hæddini er verkstaður, har ein – ikki óvæntað – finnur menninar.
Fleiri lutir
Nú tann stóri dagurin er farin at nærkast av álvara, merkja starvsfólkini ein øktan spenning millum brúkararnar.
Tað tykist sum tey øll eru rættiliga uppsett til henda dagin. So hvørt sum lutirnir verða settir uppá pláss, fæst eisini eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir teir í roynd og veru eru.
- Eg veit ikki, hvussu nógvir lutir eru í ár. Men eg haldi, at teir munnu vera munandi fleiri enn undanfarin ár, sigur Jóna.
Hon verður avbrotin í prátinum, tí nú kemur ein maður inn við nøkrum bakkum úr timbri, sum síðani skulu málast.
Jú, her er nakað til øll – seymaðir lutir, skerpikjøtbrettir, nissur og mangt annað.
Ymiskar talentir
Tað er altso leygardagin at fólk fáa høvi at síggja – og vónandi eisini keypa nakað av tí, sum tey hava latið úr hondum.
Opið er til kl. 16, og meðan fólk vitja inn á gólvið hava brúkararnir sínar uppgávur at røkja.
Onkur teirra stendur fyri søluni av kaffi, meðan ein annar hjálpir fólki við at koyra í posarnar. Og ein triði brúkari hevur kanska ta týdningarmestu uppgávuna: At yvirtala fólk til at keypa!
- Jú, tey hava øll ymiskar talentir. Og hví skulu vit so ikki brúka tær ein slíkan dag?, sigur Jóna Olsen við einum brosi.
Úrslitið av søluni fer inn sum rakstur av verkstaðnum. Okkurt árið hava tey selt fyri heilar 50.000 kr., so hetta hjálpir væl til.