Íslendska Altingið viðger í kvøld eitt misálitisuppskot á stjórnina, sum Sjálfstæðisflokkurin hevur lagt fram. Uppskotið sigur eisini, at tingið verður upployst fyri tann 11. mai, og at nýval verður útskrivað aftaná.
Formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, segði, at uppskotið er lagt fram vegna øll tey, sum hava mist álitið á stjórnina hjá Jóhonnu Sigurðardóttur, forsætisráðharra. Hann samanbar stjórnina við ein mann, sum rennur forðarenning, men sum dettur um allar forðingarnar.
Jóhanna Sigurðardóttir svaraði, at tað er ikki so løgið, at stjórnin stendur fyri skotum, tí uppgáva hennara at rudda upp eftir bankakreppuna hevur einki fordømi í landsins søgu.
Orðaskiftið í Altinginum byrjaði um fimmtíðina okkara tíð, og íslendsku fjølmiðlarnir vænta, at orðaskiftið varir einar fimm tímar. Síðani verður atkvøðugreiðsla.