.
Mánadagin 21. februar varð dagurin hildin fyrstu ferð í Føroyum, og Føroya Ferðaleiðarafelag bjóðaði nøkrum bólkum útferðir.
Í Tórshavn var ein túrur gjørdur á Tinganesi 16. februar saman við fólkum úr Tilhaldinum, tí at mikudag plagar tilahldið at gera túrar. Ferðaleiðari var Guðrun Haustein.
Næmingar í íslendskum vitjaðu á Tinganesi 21. februar. Ferðaleiðarar vóru Jóhanna Traustadóttir og Bette Johansen.
Í Klaksvík varð ein busstúrur gjørdur og vitjað varð á Kunningarstovuni. Ferðaleiðarar vóru Súsanna Olsen og Emma Heinesen.
Úr Kollafirði var farið til Havnar har vitjað var í Útvarpshúsinum og Norðurlandahúsinum. Ferðaleiðarar vóru Gunnvá Dam og Ólavur Hansen.
Heilsan
Vegna Føroya Ferðaleiðarafelag
Jóhanna Traustadóttir