Fjølmiðlarnir vóru allir til staðar, tá føroyski umboðsmaðurin hjá týsku fyritøkuni Polytan, Ásvald Simonsen, handaði Heðini Mortensen borgarstjóra í Havn prógvið fyri, at altjóða fótbóltssamgongan FIFA nú hevur góðkent undirlagið á Ovara Vølli til at spæla altjóða dystir á.
Talan er um eina sokallaðan FIFA two star-góðkenning, og tað merkir, at einki lið kann sýta fyri at spæla ein UEFA- ella FIFA-dyst á undirlagnum, tí tað er ítróttarliga fult í tráð við hvat annars verður mett til at vera forsvarligt, og kann javnmetast við at spæla á vanligum grasvølli.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, tóku ímóti FIFA-góðkenningini, og vóru teir sera fegnir um hetta slóðbrótandi stig innan føroyskan fótbólt.
Fegin borgarstjóri
Heðin Mortensen fegnast um, at Gundadalur nú er komin á altjóða støði, eisini hvat graslíki viðvíkur. Hann sær stórar møguleikar í hesi góðkenning, bæði fyri at føroyskur fótbóltur kann hækka í støði, men eisini í útlendska áhuganum fyri at koma higar at spæla dystir ella venja.
- Eg eri sera fegin um, at vit her í høvuðsstaðnum kunnu vera slóðbrótarar, hvat góðum korum fyri fótbóltin viðvíkur, sigur Heðin Mortensen.
Nýtslan
Ísak Mikladal væntar ikki, at landsliðini í fyrstu atløgu koma at spæla sínar dystir á graslíki, tó at Ovari Vøllur verður ein góð trygd at hava í bakhondini, um tað skuldi hent at tað ikki kann spælast á Tórsvølli ella Svangaskarði. Men FIFA-góðkenningin kemur at fáa nógv at tíða í sambandi við landsliðsvenjingar og í sambandi við dystirnar hjá teimum yngru landsliðunum. Eisini fær FSF nógv betri møguleikar fyri at skipa fyri altjóða kappingum, tí at fleiri dystir jú kunnu spælast sama dag á graslíki.
Fyrstu altjóða dystirnar
Havnafeløgini B36 og HB, sum bæði skulu út í evropeiska kapping í summar, vóna at sleppa at spæla sínar heimadystir á Ovara vølli. Tí tað er undirlagið, sum leikararnir eru vanir við í teirra dagligu venjing og dystirnar í Formuladeildini. Uppgávan hjá feløgunum nú er at finna útav, hvat evropeiska fótbóltssamgongan stillar av krøvum kring vøllin. Annars verður dagliga trýstið á vøllin tað sama, og tað er í dag. So eftir vanligum fyritreytum bendir alt á at vøllurin heldur til trý til fimm ár, áðrenn hann noyðist at skiftast, so at hann aftur kann lúka krøvini.
HB, sum gjørdist nummar fýra í Formuladeildini í 2007, skal spæla Intertoto Cup, og teirra fyrsti dystur í fyrsta umfari verður ávikavist 21./22. og næsti dystur, 28./29. juni.
B36 tryggjaði sær við triðja plássi í Formuladeildini luttøku í UEFA Cup, har fyrsta undanumfar verður ávikavist 17. og næsti dysturin 31. juli.