Hvørt ár verður skrivaður ein sjónleikaboðskapur, til tess at gera vart við tann týdning, sjónleikur hevur fyri listina og tað einstaka menniskjað. Tey, ið skriva boðskapin ár undan ári, eru fólk, ið á ein ella annan hátt hava gjørt vart við seg á sjónleikapallinum. Í ár hevur Victor Hugo Rascón-Banda, leikritahøvundur úr Mexico, skrivað henda boðskap.
Sjónleikaboðskapurin 2006: Ein geisli av vón
Hvør einasti dagur skuldi verið hildin sum Altjóða Sjónleikadagur, tí gjøgnum tær seinastu 20 øldirnar hevur sjónleikalogin altíð logað onkustaðni í heiminum.
Sjónleikurin hevur altíð verið hóttur av oyðing, serliga sum filmurin, sjónvarpið og nú teir talgildu miðlarnir eru komnir sær fram. Tøknin vann sær frama á pallinum og tók lívið av tí menniskjansliga, og ein roynd varð gjørd at skapa plast-sjónleik, ein roynd at mála við rørslum í staðin fyri tí talaða orðinum. Leikir vórðu settir upp við ongum orðum, ongum ljósi og ongum leikarum, har vóru bert eftirgerðir og dukkur við risastórum ljóseffektum.
Tøknin royndi at gera fýrverk og tivoli-undirhald burturúr sjónleikinum.
Nú eru vit vitni til at leikarin er á veg aftur á pallin framman fyri áskoðaran. Í dag síggja vit orðini venda aftur til leikpallin.
Sjónleikurin hevur havnað fjølsamskiftinum og sæð tess avmarkingar; tvey fólk, ið hyggja í eyguni á hvørjum øðrum, sum skifta kenslur, dreymar og vónir. Leiklistin leggur søgusiganina frá sær og vendir sær móti heimspekiligum kjaki.
Sjónleikurin rørir, upplýsir, heldur gang, órógvar, lyftir sálina, leggur fram, avdúkar og brýtur hevd. Hann er ein samrøða við samfelagið. Sjónleikurin er fyrsta listagreinin, sum burtur úr tómleika, skuggum og tøgn skapar orð, so rørsla, ljós og lív vinnur fram.
Sjónleikurin er ein livandi skapningur sum oyðileggur seg sjálvan meðan hann verður skapaður, men sum kortini altíð rísur úr øskuni. Hann er eitt gandað samskifti, har øll menniskju geva og taka okkurt, ið broytir tey.
Sjónleikurin speglar tilverunnar angist og sýnir fram tey menniskjansligu vilkorini. Tað eru ikki teir, sum hava skapt samfelagið, ið tosa gjøgnum sjónleikin, men samfelagið sjálvt í sínum egna tíðarskeiði.
Sjónleikurin hevur sjónligar fíggindar, tann vantandi listarliga útbúgvingin sum forðar børnunum at uppdaga og njóta; fátækradømi, ið legst á heimin og heldur áskoðarafjøldini burtur, og líkasælan hjá stjórnum, ið skuldu framelska.
Fyrr tosaðu Gudar og Menn við hvønnannan á pallinum, men nú tosa Menn við Menn. Tí má sjónleikurin vera størri og betri enn lívið er. Sjónleikur er trúgvin á tað virði, sum vís orð hava í eini sjúkari verð. Hann er ein ávísing á trúnna uppá menniskjað, sum sjálvt hevur ábyrgd av síni lagnu.
Vit noyðast at uppliva sjónleik um vit skulu skilja, hvat tað er, sum hendir við okkum, um vit skulu fáa onnur at skilja pínuna og líðingina rundan um okkum, og eisini um vit skulu síggja ein geisla av vón í okkara dagligu marrudreymum og okkara vónloysi.
Leingi livi tey, sum taka lut í sjónleikinum! Leingi livi sjónleikurin!