Tenniskalendarin fyri 2020 fer í gongd aftur 14. august við Citi Open kappingini í Washington D.C. í USA.
Avgerðin er tikin av teimum stóru tennissambondunum fyri menn og kvinnur, ATF, ITF og WTA, umframt amerikanska tennissambandinum og franska tennissambandinum.
Kalendarin er fyribils til 27. september, men formaðurin fyri ATP, Andrea Gaudenzi, ger greitt, at sambondini halda eyga við støðuni, og at fleiri kappingar koma á skrá seinni um árið, um umstøðurnar loyva tí.
Bæði altjóða harratennis og altjóða kvinnutennis hevur ligið stilt síðan mars mánað, tá koronafarsóttin breyt út. Steðgurin hevur longu havt við sær, at Wimbledon varð avlýst fyri fyrstu ferð síðan annan heimsbardaga, umframt at nýggja, men vælumtókta, Laver Cup eisini er avlýst.
French Open, sum skuldi havt verið í vár, varð kortini útsett, og sambært nýggju skránni skal kappingin haldast 27. september. Somuleiðis er US Open eisini útsett eina viku.
Tað verður eisini ein skerd US Open kapping, hevur amerikanska tennissambandið boðað frá. Kappingin verður hildin uttan áskoðarar og uttan undankapping. Kappingarnar í harradoubles og kvinnudoubles eru skornar í helvt - bert 32 lið í hvørjari kapping, og bæði blandað doubles og rullistólakappingin eru avlýstar.
Sí nýggju skránna niðanfyri.
##med2##