Hetta er 7. árið, at tiltakið verður. Tað er altjóða ráðið fyri skjalasøvn ICA (International Council on Archives), sum samskipar tiltakið við luttøku av skjalasøvnum úr øllum heiminum.
Heitið á tiltakinum í ár er ‘Archives are Accessible – Archives for Everyone’. Ljós verður varpað á, hvussu m. a. talgilding, vitlíki, samstarv við lokalar felagsskapir og ymisk tilvitanarátøk eru við til at gera tað lættari hjá fólki at gerast varug við skjøl og harvið eisini at brúka tey.
Í sambandi við altjóða skjalaasavnsvikuna skipar Tjóðskjalasavnið í hesum døgum fyri einum átaki á sosialu miðlunum. Yvirskriftin til átakið er ‘’Visti tú at...’’, og endamálið er at varpa ljós á virksemi stovnsins og at upplýsa fólki, hvussu tey kunnu gera brúk av nøkrum av teimum tænastum, sum stovnurin hevur at bjóða.
Til ber at fylgja átakinum á heimasíðuni skjalasavn.fo og á sosialu miðlunum hjá Tjóðskjalasavninum, har tú hvønn dag hesa vikuna hevur møguleika fyri at læra okkurt nýtt um virksemi á skjalasavninum.