– Um tað so er ein Harpa ella eitt summarhús, er í prinsippinum líkamikið, hóast eg væl merki, at nógvir føroyingar hava hug til at undrast á, at eg eri komin heimaftur.
Tað sigur Ósbjørn Jacobsen, sum er profilurin í Vinnuni, sum kemur við Sosialinum í dag. Ósbjørn Jacobsen er arkitektur á heimskendu donsku teknistovuni, Henning Larsens Tegnestue, sum nú hevur stovnað deild í Syðrugøtu, har fýra arkitektar starvast.
Temaið í vinnuni hesaferð snýr seg um oljuútgerðarhavnir, nú aftur verður farið at borað eftir olju í summar
Vinnan tosar við ein føroying í vinnu uttanlands. Hesaferð er tað ein 27 ára gamal norðskálamaður, sum arbeiðir á eini 2-stjørnaða Michellin-matstovu í Stockhólm, hjá gitna Mathias Dalgren. Eisini verður prátað við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, um vinnu og íverksetarar. Roknskapurin hjá skipasmiðjuni Mest verður greinaður, og Vinnan varð eisini við til íverksetaradagin fríggjadagin.
Vinnan er eykablað í Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin í dag – og sum eisini kann fáast á www.sos.fo