ALV eitur Dugni

Sjálvsognarstovnurin ALV skifti í morgun navn. Nýggja navnið er Dugni. Kristina T. Larsen sigur, at navnið ikki broytir nakað serligt, men kostnaðurin var 150.000 krónur

- ALV er ikki longur tíðarhóskandi. Tað stendur fyri avlamisvirki og tað umboðar ikki tað jaliga í virkseminum hjá okkum. Hetta er orsøkin til, at vit skifta samleika, sigur Kristina T. Larsen, stjóri.

Navnið hevur verið ALV í 53 ár, og hetta verður eisini drigið fram, sum ein orsøk til at skifta navn.

- Sjálv navnabroytingin fer ikki at broyta nakað í virkseminum hjá okkum nakað serligt, greiðir stjórin frá.

Tó leggur hon afturat, at summar av broytingunum kunnu gera virksemið lættari, og at jaliga navnið helst fer at hava jaligar ringvirkningar gjøgnum stovnin og at navnið kann gera, at miðlar og fólk kring landið fáa eina jaligari uppliving av stovninum.


150.000 krónur

Broytingin av samleikanum hevur kostað um 150.000 krónur, men hetta heldur stjórin í Dugna ikki vera so nógv.

- Tað kundi kostað mangt slíkt. Vit fingu eitt gott tilboð, og eru væl nøgd við úrslitið, staðfestir stjórin.

Hon greiðir eisini frá, at hetta kundi kostað nógv meiri, og at tey fáa meiri fyri pengarnar, enn tað sær út til.


Dunið ella dugni

Spurd um Kristina T. Larsen ikki er bangin fyri, at navnið á stovninum kann uppfatast neiligt og larmandi, tá dugni úttalast júst sum dunið, so er hon avgjørd.

- Tað ger onki, um okkurt tílíkt hendir, tí tað kann bara verða gott, um vit veruliga hoyrast, staðfestir hon.