Um fólk síggja alvápnað og vælmannað løgreglulið í Havnargøtum í dag, so er ikki at óttast, einki er á vási – uttan tað, at løgreglan hevur venjingar.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at venjingar verða ymsastaðni í býnum, eitt nú Gundatali, við Tórsvøll, Viðarlundina og tennisvøllin.
– Men talan er bara um venjingar, sigur vaktleiðarin.










