Leygardagin var tvímansleikur á skránni. 18 pør luttóku og tað er av tí mesta hetta kappingarárið.
Eftir ein drúgvan kappingardag og eina spennandi finalu gjørdist greitt, at Alvin Egholm og Sune Rasmussen úr HR-Dart drógu tað longsta stráið. Teir vunnu í finaluni móti Henrik Petersen og Poul Poulsen úr Havnar Dartfelag. Á triðja plássi endaðu Henning Thomsen og Petur Grønagarð úr Argja Dartfelag og Petur Djurhuus og Janus Jensen úr Íkast.
Í tvímansleikinum megnaði Jackie Joensen, sum spældi saman við Albin Ísakson, at fáa hægst møguliga útgang, nevniliga 170. Hetta er ein sera sjáldsom sjón í kappingum í Føroyum.
Teir báðir Regin Dalsgarð og Finn Bærendsen nýttu fægst pílar ? 15.
Einmansleikur
Sunnudagin var so kappingin í einmansleki avgreidd og aftur her vóru nógvir luttakarar. Byrjað varð at spæla klokkan 2 seinnapartin, og ikki fyrr enn um hálvgum tíggju-tíðina var vinnarin funnin, og aftur hesa ferð æt hann Alvin Egholm. Hann spældi í finaluni móti Peturi Grønagarð, og hóast teir høvdu havt ein langan leikdag, var spælið í finaluni á høgum støði. Spenningur treyt heldur ikki. Spælt varð best av 11 settum, og avgerðin fall ikki fyrr enn í 11. setti. Alvin vann sostatt 6-5.
Á triðja plássi endaðu Janus Jacobsen úr Klaksvíkar Dartfelag og Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag. Jens Petur vísti til tíðir stórspæl og fekk í kappingini fleiri »180-arar«, sum er maksimum. Hann nýtti eisini fægst pílar henda dagin, nevniliga 15.
Aftur sunnudagin var tað Jackie Joensen, sum hevði hægsta útgang, hesa ferð var hann upp á 154.
Allir vinnararnir fingu steyp og heiðursmerki frá Club 20, ið eisini læt ferðasteyp til vinnaran í einmansleiki.