Amazonair vil til Føroyar at spæla

Danski bólkurin við føroyska gittarleikaranum Pæturi Sivertsen kom leygardagin inn á 9. pláss á 15 teimum bestu, hetta fegnast tónleikararnir um og arbeiða nú við at sleppa til Føroyar at framføra, hetta skrivar bólkurin á heimasíðu síni.

Teir eru sera glaðir fyri, at teirra tónleikur nú er at hoyra í føroyskum útvarpi, og geva enntá fjepparum sínum vegleiðing í hvussu tey kunnu atkvøða á 15 teimum bestu. Meðan føroyingar í spenningi kunnu bíða eftir, at Amazonair kemur til Føroyar, kunnu útisetar í Keypmannahavn uppliva bólkin í Krudttønden á Eystaru brúgv.