Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace er í øðini um, at nakrir partar av Amazonas-økinum eru lýstir til sølu á alnótini.
Sambært Greenpeace ber til at keypa t. d. eitt øki, sum er 28.000 ferkilometrar stórt ella líka stórt sum Belgia. Prísurin er 300 milliónir dollarar. Tey, sum hava lýst økið til sølu, siga seg hava fingið øll neyðug loyvi frá myndugleikunum, men hesum ivast Greenpeace í og vísir á, at ognarviðurskiftini í Amazonas-økinum eru ofta sera ógreið.
Greenpeace og aðrir umhvørvisverndarfelagsskapir hava mælt brasilsku myndugleikunum til at friða alt økið við Amazonas-ánna. Felagsskapirnir vísa á, at har eru fleiri djóra- og plantusløg, sum ikki finnast aðrastaðni í heiminum, og harafturat verður frumskógurin við Amazonas roknaður sum lungu Jarðarinnar, skrivar ANP.