Amerikanskur tíðindamaður burturfluttur í Pakistan

Fleiri amerikansk bløð hava fingið myndir við telduposti av tí burturflutta Daniel Pearl

Á einari av myndunum, sum amerikansku bløðini hava fingið í teldupostinum sæst, at onkur heldur einari skammbyrsu ímóti høvdinum á tíðindamanninum. Tann, sum hevði sent teldupostin, nevndi seg "kidnapperguy".
Felagsskapurin, sum hevur burturflutt Daniel Pearl, nevnir seg Tjóðskaparliga fylkingin til endurreisn av frælsi Pakistans.
Sambært amerikansku fjølmiðlunum krevur felagsskapurin, at fangarnir á Guantanamo-herflotastøðini fáa góða viðferð, og felagsskapurin hevur boðað frá, at tann burturflutti tíðindamaðurin fær somu viðferð sum fangarnir á Kuba.
Eitt annað krav hjá burturflytarunum er, at fangarnir á Kuba sleppa at tosa við sakførarar og skyldfólk, og harafturat krevur felagsskapurin, at USA skal lata Pakistan tey jagaraflogførini, sum Pakistan fekk tilsøgn um í áttatiárunum, men sum landið ongantíð hevur fingið.
Daniel Pearl arbeiðir hjá amerikanska blaðnum Wall Street Journal. Hann var í býnum Karashi, tá hann brádliga hvarv seinasta mikudag. Burturflytararnir vilja vera við, at hann kom til Pakistan sum njósnari hjá fregnartænastuni CIA, men hetta hava bæði blaðleiðslan og amerikanska stjórnin avsannað.
Talsmaðurin hjá stjórnini í Washington segði í gjár, at Daniel Pearl hevur einki samband við amerikanskar myndugleikar.
Pakistanskir myndugleikar halda, at tað er ein felagsskapur við tilknýti til al-Qaeda, sum hevur burturflutt amerikanska tíðindamannin.