Amerikonsku myndugleikarnir hava í dag sett amerikonskum ríkisborgarum forboð fyri at hava nakað fíggjarligt samband við iranska flogfelagið Mahan Air. Orsøkin er, at felagið í loyndum flytir limir í iransku kollveltingarhirðini og limir í libanska Hizbollah-felagsskapinum. Umframt forboðið hava amerikonsku myndugleikarnir fryst allar ognir hjá Mahan Air í USA.
Í gjár skuldsetti USA limir í iransku kollveltingarhirðini fyri at hava verið uppi í ætlanum um at beina fyri saudiarabiska sendiharranum í Washington, og USA hevur skuldsett tveir menn í sambandi við málið.
Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, sigur, at Iran má standa til svars fyri sínar ætlanir. Hann legði afturat, at USA er í ferð við at savna stjórnir kring allan heimin til eitt felags svar.
Iran vísir amerikonsku skuldsetingini aftur. Ali Akbar Salehi, uttanríkisráðharri, sigur við arabiska sjónvarpið Alalam, at einki hald er í tí, sum amerikanararnir siga.