Amy Winehouse skuld í flest marrum

Sangarinnan Amy Winehouse fær eitt fyrsta pláss á listanum yvir kend, ið eru skuld í ringum dreymum. Sambært einari nýggjari kanning í Stórabretlandi er Amy tann stjørnan, ið fær flest fólk at vakna úr teirra dreymum í sveittabroti.

Næsta og triðja plássið listanum fara til sangaran Marilyn Manson og forsætisráðharran Gordon Brown.

 

Til kanningina vórðu 3.500 fólk spurd, hvør kendur persónur oftast vísir seg í teirra marrum. Umframt omanfyrinevndu eru Pete Doherty, Jodie Marsh og The Cheeky Girls eisini ovaliga á listanum.