Pætur Hjalmar Evensson
Fyri næstan tjúgu árum síðani fóru fýra blaðungir føroyingar til Onglands at royna seg í tónleikakappingini “The A Cut” á sjónvarpsrásini MTV. Teir vóru tá meira ella minni óskrivað bløð í tónleikahøpi, men eftir hesa tónleikakapping broyttist alt, og føroyski punkbólkurin The Dreams byrjaði sína ferð móti stjørnunum.
Verturin í kappingini var amerikanska heimsstjørnan Anastacia við stóru røddini, sum hevur fingið allan heimin at syngja við til hennara hitt sum eitt nú »Left Outside Alone« og »I’m Outta Love«.
Tá teir fýra føroysku punkararnir í 2004 framførdu fyri henni, høvdu teir nokk ikki roknað við, at hon 18 ár seinni fór at koma til Føroya. Tí tað skal hon. Leygarkvøldið 19. november verður nevniliga stór konsert í Høllini á Hálsi, har Anastacia fer at framføra síni mongu hitt fyri føroyingum.
– Tað er ræðuliga stuttligt at frætta, at Anastacia nú kemur hendan vegin, sigur Hans Edward Andreasen, oddamaður í The Dreams.
– Anastacia var jú vertur í sendingini, sum var byrjanin til The Dreams. So man byrjar sjálvandi at hugsa um tíðina, tá vit vóru har, sigur hann.
Tulkaðu Anastaciu
Í 1999 luttók tann tá ókenda Anastacia í amerikansku tónleikakappingini »The Cut« á MTV. Hon kom í finaluna, og hetta setti av álvara ferð á hennara tónleikayrkisleið. Nøkur ár seinni vildi hon fegin geva europeiskum bólkum sama møguleika, sum hon hevð fingið, og tí fóru hon og MTV í holt við at skipa fyri ”The A Cut” fyri europeiskum bólkum.
Vinnarin skuldi sleppa at hita upp fyri Anastaciu sum support á hennara heimskonsertferð – ikki hissini vinningur, umframt sjónvarpsuppmerksemi, sum natúrliga fylgdi við.
Hans Edward Andreasen hoyrdi um hesa kappingina, sum hann helt ljóða spennandi. Men hann hevði ongan bólk.
– Eg royndi allíkavæl at melda ein fiktivan bólk til, har eg spældi øll ljóðførini sjálvur. Tað gekk, og bólkurin bleiv góðtikin í kappingini, greiðir hann frá.
Hetta var stórt, tí kappingin at sleppa ígjøgnum nálareygað var hørð – eini 4.000 bólkar høvdu meldað seg til, og Anastacia var sjálv við til at velja bólkarnar út.
Men Hans Edward hevði jú enn ongan bólk. So nú mátti hann út at samla ein bólk, soleiðis at luttøkan í »The A Cut« bleiv til nakað. Ungi havnamaðurin var fluttur niður tá, men fór til Føroya at finna røttu tónleikararnar til uppgávuna. Tað endaði við at blíva til teir báðar Heini Mortensen og Eirikur Gilstón Corfitz Andersen. Teir kendust úr tónleikaumhvørvinum í Føroyum og høvdu til dømis spælt saman í bólki Zink.
##med2##
– So jú, man kann gott siga, at Anastacia setti hendan bólkin í gongd, altso hesa samansetingina, sigur Hans Edward og minnist aftur á teirra luttøku í The A Cut:
– Tað var eitt serligt upplivilsi at vera við har. Tað var næstan eitt eindur realityshow aktigt, tí kamerafólk fylgdu við okkum bólkunum, og so fingu vit ymsar uppgávur at loysa. Ein uppgáva var at gera eitt lag hjá Anastaciu til okkara egnu útgávu. So skuldi hon meta um, hvat hon helt riggaði best og so víðari. Og vit gjørdu sjálvandi eina punk-útgávu, fortelur hann.
MTV vildi hava umboð úr fleiri ymsum europeiskum londum, tí sjónvarpsrásin var í gongd við at útkoma á fleiri málum. Tónleikasjangrurnar fevndu breitt, og hinir bólkarnir spældu tí heilt annan tónleik enn punkbólkurin The Dreams úr Føroyum.
– Har vóru onkrir rokkarar úr Hollandi, nakrir tekniskir jazzarar úr Danmark og britpopparar úr Englandi. So jú, har var alt møguligt, fortelur Hans Edward Andreasen.
Alt í alt vóru 10 bólkar útvaldir at kappast, og roknað varð tá við einum hyggjaratali á 146 milliónir.
##med3##
Ferð kom á eftir “The A Cut”
Tað gekk væl hjá føroysku The Dreams í kappingini, og teir endaðu við at blíva nummar trý. Hóast tað ikki rakk til eitt fyrstapláss og eina verðinsturné við Anastaciu, so fekk hendan luttøkan stóran týdning fyri framtíðina hjá The Dreams.
Teir fluttu allir til Danmarkar, har teir nú fóru at satsa fult upp á tónleikin. Men fyrst fóru teir til Føroya at gera fløguna Tazy, har teir gjørdu coverløg av føroyskum landaplágum sum eitt nú »Sa Sa Sa«, »Forelskaður sjónleikari« og »Sjeikurin«. Hendan kom út í 2006.
– Vit brúktu eitt hálvt ár upp á at gera hesa fløguna, og so fóru vit niður aftur, sigur Hans Edward.
Síðani byrjaði stóra ævntýrið hjá The Dreams av álvara. Fyrst á donskum og síðani eisini á enskum.
Bólkurin var í 2006 við í altjóðu tónleikakappingini, Global Battle of the Bands, har teir blivu nummar trý. Árið eftir kom Corfitz uppí bólkin, og árið eftir hetta luttóku teir í danska Melodi Grand Prixnum við lagnum »La’ mig være«, sum fekk eitt fjórðapláss. Eftir hetta kom veruliga ferð á, og teir blivu meira ella minni forgudaðir av donskum fjepparum, sum byrjaðu at kalla seg »Dreamers« – ja, tað var næstan eitt slag av subkulturi. Eftir tvey ár við nógvari ferð royndu teir seg í 2010 á enskum, og her er lagið »Under the Sun« serliga kent.
##med4##
Gera okkurt burturúr?
So er spurningurin, um nakað verður gjørt burturúr, tá Anastacia kemur til Føroya í november. Rúni Djurhuus, fyriskipari, hevur í hvussu so er spurt seg fyri, um The Dreams kunnu gera okkurt í sambandi við konsertina.
– Tað hevði verið stuttligt at fingið teir at hitað upp fyri henni. So jú, eg spurdi, um tað bar til, sigur Rúni Djurhuus.
Men tað verður nokk av ongum.
– Eg segði sjálvandi ja, um eg eri heima. Men eg rokni við, at vit eru úti tá 19. november, sigur Hans Edward, sum siglur úti.