"Hendan myndin hevði verið góð hjá Tobba"

Hósdagin keypti Torbjørn Jacobsen málningin, sum Berit Abrahamsen, sum arbeiðir á Verkhúsinum Stíggi í Saltangará, hevur málað

Stuttlig søga

Tá ið brúkarar á Verkhúsinum Stíggi í Saltangará høvdu framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði í august, var Berit Abrahamsen, sum er av Strondum, ein av framsýnarunum. Eins og onnur, hevði hon fleiri myndir við á framsýningini, og tá ið saman um kom, seldi hon einar 5-6.
SvF var og vitjaði framsýningina, og Tórður Mikkelsen nýtti høvi eitt nú at práta við Berit, sum á svf-skíggjanum vísti fram ein av málningum sínum, ið hon kallaði "samband". Tá ið Tórður spurdi hana, um nakar mundi fara at keypa hendan, segði Berit við einum skálkasmíli, at "hendan myndin hevði verið góð hjá Tobba?"
Tá ið Torbjørn Jacobsen hoyrdi um hetta, avgjørdi hann at keypa myndina.
- Eg vendi mær beinanvegin til Stíggj, sigur Torbjørn.
Hósdagin var Tobbi so í verkhúsinum í Saltangará og fekk málningin, sum Berit hevur málað.
Ovurfegin var hon, tá ið fólkatingsmaðurin gav henni 300 krónur fyri málningin, sum annars kostaði 200 krónur!
Við Sosialin sigur Berit, at hon júst hevði hoyrt Tobba sum sambandsmann í Barometrinum, tá ið svf-maðurin tosaði við hana í Ribarhúsi.
- Tí segði eg við svf-mannin, at málningurin, "samband", hevði verið góður hjá Tobba, sigur hon.
Nú eigur Torbjørn Jacobsen so málningin ? og Berit Abrahamsen hevur fingið sítt ynski uppfylt.