Andlitið fekk stóran skaða

Ein 32 ára gamal maður varð nýggjársnátt álopin og so illa viðfarin, at hann má undir skurð Tað var ein maður fyrst í 20-árunum, sum nýggjársnátt leyp á ein 32 ára gamlan mann. Hann sparkaði tann liggjandi mannin í andlitið, so nøsin og kjálkabeinið brotnaðu, eygnahilan fekk skaða, og pannan trýstist inn.

Sambært politinum leyp maðurin á uttan nakra grund. Vitni vóru til álopið.

Hann er skuldsettur fyri grovan harðskap, og málið er so mikið álvarsligt, at kriminalpolitiið fer at arbeiða víðari við tí.

Tann álopni maðurin liggur á Landssjúkrahúsinum og skal í vikuni leggjast undir skrurð.