Um eina viku skal B36 til Klaksvíkar at spæla landskappingardyst. Og um eina viku skal EB/Streymur í Gundadal at spæla landskappingardyst ímóti HB.
Í dag hittust B36 og EB/Streymur í Gundadali. Úrslitið var málleysur javnleikur, og tað má metast at vera gott úrslit hjá EB/Streymi, sum fyri einari viku síðani tapti 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi.
Kappingin um plássini á B36 liðnum er sera stór. Í dag var B36 soleiðis mannað:
Símun Rógvi Hansen – Erlendur Magnusson, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen – Ragnar Samuelsen, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Stefan Radosavljevic.
Hetta man vera fram ímóti tað liðið, sum fer at vera á vøllinum frá fyrsta bríksli í Klaksvík næsta leygardag. Benjamin Heinesen og Erling D. Jacobsen vóru millum teir, sum komu á vøllin. Teir eru evni til uppstillingina í fyrsta umfari í landskappingini.
Umframt teir báðar vórðu innskiftir Jóhann Hansson, Andrass Johansen og eykamálverjin Mattias Lamhauge.
Einki var at síggja til Árna Frederiksberg, sum verður lyklaspælari í Klaksvík, og heldur ikki Brian Jakobsen var á vøllinum.
EB/Streymur legði fyri í hesi uppstilling: Rói Zachariassen – Petur Zachariassen, Bjarni Petersen, Árni G. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Hjalti K. Djurhuus, Poul G. Olsen – Símun Sólheim, Rói H. Olsen, Teitur Olsen – Niklas T. Kruse.
Millum teir, sum í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn, var verjuspælarin Andras Ó. Olsen. Hetta var fyrstu ferð, at hann var á liðnum, síðani í síðsta umfari í 2018. Tíðliga í fjør sleit hann krossbandið í knænum. Eftir at hava vant fyri seg sjálvan og saman við liðfeløgunum er hann nú førur fyri at spæla, men hann verður neyvan millum teir fyrstu ellivu ímóti HB.
Aðrir, ið vóru skiftir inn ídag: Tóki H. Johannesen, Magnus Heinason, Jónstein Magnussen, Gutti Dahl-Olsen, Høgni Hummeland, og Jóannes Davidsen.