Duathlon
Ætlanin var at kappast á gøtunum millum Hotel Føroyar og fjósini í Havnardali.
Men ísur og kavi gjørdu, at kappingin bleiv eitt sindur broytt. Runnið bleiv sum ætlað 6 km, men súkklingin fór út á vegin frá ríðingabreytini í Marknagili til rundkoyringina við Skansan og niðanaftur 11 km. Og so varð aftur runnið eftir ríðingabreytini, niðan á sínuna fyri vestan og sftur á málið.
Andrass Joensen legði hart út á fyrsta renniteininum, og skifti eisini fyrstur til súkklingina. Gunnar Dahl Olsen tók nakað inn á Andrass í súkklingini, men ikki nóg mikið, tí Andrass fór eisini fyrstur út á seinna renniteinin, og bara økti un munin til Gunnar. Eli Christiansen lergði seg í miðjuna, og har helt hann seg alla kappingina. Kári Simonsen og Evald Rasmussen kappaðust, sum so mangan fyrr, sínámillum, púra óávirkaðir av kappingini í oddinum. Kári legði seg framum móti endanum av fyrra renniteininum. Eina løtu á súkkluteininum lukkaðist tað Evaldi at fáa fatur á Kára, men so dróg Kári frá aftur og bara økti á seinna renniteininum
Kappast varð eisini á fjallasúkklu. Her var tað Sigmundur Olsson, ið kom best frá tí, men hann gjørdi tað mistak at súkkla ov langt oman eftir Oyggjarvegnum, og so kundu teir báðir Høgni Øster og Anders Damh sneiða inn á málið, Sigmundur kom inn á triðja plássi.
Úrslitini vóru hesi:
Duathlon:
1 Andrass Joensen 1 tíma 00 min 15 sek
2 Gunnar Dahl Olsen 1 tíma 01 min 37 sek
3 Eli Christiansen 1 tíma 06 min 32 sek
4 Kári Simonsen 1 tíma 16 min 04 sek
5 Evald Rasmussen 1 tíma 16 min 40 sek
Fjallasúkkling:
1 Høgni Rúnason Øster 42 min 15 sek
2 Anders Damh 42 min 40 sek
3 Sigmundur Olsson 43 min 50 sek
4 Sverri Mohr Edvinsson 44 min 45 sek