Andrass og liðfelagarnir endaðu kappingarárið við sigri

Fremad Amager vann niðara endaspælið

Andrass Johansen var aftur við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Fremad Amager leiktu seinasta dystin í hesum kappingarárinum.

 

Í seinasta dystinum í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini vann Fremad á útivølli 2-1 á Brabrand. Øll málini vóru skotin seinasta korterið av dystinum.

 

Steven Bala og Alexander Petræus løgdu Fremad á odda 2-0 áðrenn Brabrand megnaði at pynta um úrslitið.

 

Fremad Amager vann niðara endaspælið við 45 stigum, fýra stig frammanfyri VSK Aarhus. 

 

Fremad Amager kunngjørdi fyri stuttum, at sáttmálin við Andrass er longdur til summarið 2028.

 

Í ovara endaspælinum megnaði Vendsyssel FF uttan Ara Olsen - sum er við landsliðnum í Estlandi - at vinna á heimavølli 4-2 (2-1) á Næstved. Tað hevur greitt í nakrar vikur nú, at Vendsyssel FF endar næstovast í deildini, og flytur upp í næstbestu deildina. 

 

Vendsyssel fekk 63 stig á øðrum plássinum. Teir eru níggju stig frammanfyri Næstved. 

 

Heldur ikki í dag slapp Hørður H. Askham at byrja inni fyri Roskilde FC, ið á heimavølli vann 3-2 á HIK. Roskilde endaði á fjórða plássinum við 49 stigum.