"Andrassmessa" hevði stóran týdning í Kunoy

"Andrassmessa" nevna kunoyingar dagin, sum flest onnur nevna "Andrassarmessa". Kunoyingar hava gjøgnum øldirnar gjørt nógv burtur degnum, sum teir sjálvir nevna "Andrassmessa".

Eftir forna kalendaranum varð Andrassmessa 11. desember. Í Kunoy varð talan um ein serligan dag, har fólk vitjaðu hvønn annan. Kunoyingar hildu fast við at halda dagin 11. desember, hóast dagurin eftir trúbótina varð fluttur til 30. november. Eisini varð talan um ein dag, har tey betri stillaðu lívgaðu tey fátøku við einum gávum kjøtbita. Tað sum eisini ger dagin serliga vakran í minninum hjá kunoyingum er, at hesin dagurin var eisini ein sáttardagur, har menn gjørdu upp fyri orð, ið vóru betri ósøgd, og gerðir, ið vóru betri ógjørdar. Serliga í samband við seyðarakstur kundi okkurt óheppið orð fella.

Kunoyingurin, Immi Dam, sum býr í Kollafirði greiddi frá um hendan serliga dagin "Andrassmessu" á Ràs2 í gjárakvøldið. Tað ber til at hoyra prátið við Imma Dam undir greinini.