André: B68 hevur fingið eina lívlinju

(Ljóðsamrøður) André Olsen fegnast um annan sigurin á rað hjá B68. Hjalgrím Elttør harmast manglandi botnstøðið hjá KÍ

B68 vann 1-0 á KÍ á Svangaskarði í dag. Samstundis tapti AB 0-3 ímóti ÍF í Fuglafirði. Ùrslitið merkir, at B68 enn kann bjarga sær eitt pláss í effodeildini 2015. Toftamenn eru seks stig aftanfyri AB, og liðini møtast á Svangaskarði komandi umfar.

 

André Olsen fegnast um annan sigurin á rað hjá B68, og hann og liðfelagarnir ásanna, at teir nú hava fingið eina livlinju, og hava ein veruligan møguleika at bjarga sær eitt pláss í effodeildini 2015. 

 

Hjalgrím Elttør ásannar, at KÍ hevur ov óstøðug avrik, og eitt ov lágt botnstøði. KÍ hevur mist nógv stig ímóti teimum niðastu liðunum í effodeildini í ár.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum André Olsen og Hjalgrím Elttør søgdu í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.