Andre Villas-Boas koyrdur

Chelsea hevur koyrt tann bara 34-ára gamla venjaran, sum teir annars máttu gjalda nógvar pengar fyri í summar. Chelsea liggur í løtuni á fimta pláss í Premeir League. Tað verður hjálparvenjarin, Roberto Di Matteo, ið tekur yvir restina av kappingarárinum.

 

Chelsea tapti í gjár 1-0 móti West Bromwich Albion. Andre Villas-Boas hevur verið fyri nógvum ákoyringum síðani hann í summar kom til felagið frá Porto. Hann bleiv doyptur tann nýggi José Mourinho, men úrslitini hava ikki staði mát við tey hjá José Mourinho í felagnum. Bretskir miðlar vilja verða við, at Andre Villas-Boas hevur mist stuðulin frá fleiri av eldru leikarunum.