Sjeynda árið á rað hava føroyski musikkskúlanæmingar tikið lut í Steinway klaverkapping í Danmark. Tað er Tórshavnar Musikkskúli, sum skipar fyri innleiðandi kappingunum í Føroyum.
Í ár var innleiðandi kappingin í Føroyum skipað sum ein »pianofestivalur« vikuskiftið 1. til 3. februar. Tórshavnar Musikkskúli bjóðaði øllum musikkskúlunum í landinum at vera við.
Sum gestalærari á skeiðnum var Amalie Malling, sum undirvísi í klaverspæli á Kongiliga Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Pianofestivalurin ? ella skeiðið ? endaði so við eini kapping sunnudagin 3. februar, at tey trý, sum skuldu umboða Føroyar í kappingini í Danmark, skuldu kjósast.
Kappingin er skipað í trimum bólkum, ein fyri næmingar undir 11 ár, ein fyri næmingar 12-15 ár og ein fyri næmingar 16-19 ár.
Tey, ið vunnu kappingina í Føroyum og sluppu til Danmarkar vóru:
Jórun Hansen, Skipanes 11 ár
Hilmar Kass Jacobsen, Havn, 13 ár
Andrea á Dul Mortensen, Havn 19 ár
? Øll trý kláraðu seg sera væl í kappingini í Danmark, sigur Napoleon Nólsoy, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla, sum saman við foreldrum, lærarum og Jákupi Simonsen frá mentanardeildini hjá Tórshavnar Býráð var við til kappingina, sum var hildin í konsertsalinum í Lousianasavninum.
Andrea á Dul Mortensen fekk premiu fyri tann best spælda nýggjari tónleikin, og hósdagin fekk Tórshavnar Musikkskúli eisini boð um, at Andrea, sum premiuvinnari í tí »XVI Danske Steinway Piano Festival«, sleppur við til ein Master Class við kenda svenska klaverleikaranum, Hans Pålsson, professara. Hesin »Master Class« verður leygardagin 5. oktober í ár í Steinway Kammersal í Keypmannahavn.
Napoleon Nólsoy er sera fegin um umstøðurnar hjá Tórshavnar Musikkskúla á hesum øki. Hann sigur, at skúlin eigur tvey Steinway flygil, og hann fegnast eisini um positiva hugburðin hjá Tórshavnar Býráð.
::::::MYNDATEKSTUR::::::
11 ára gamla Jórun Hansen av Skipanesi, 19 ára gamla Andrea á Dul Mortensen og 13 ára gamli Hilmar Kass Jacobsen umboðaðu Føroyar í donsku Steinway kappingini