Bretski Andrew prinsur missir heitið sum prinsur og kongsbústað sín.
Tað boðar Buckingham Palace frá, sambært bæði BBC og Reuters.
Í fráboðanini stendur, at Charles kongur er "farin undir formligar málsviðgerðir" fyri at taka frá Andrew prinsi allar hansara titlar og heiðrar.
Hann fer í staðin at eita Andrew Mountbatten Windsor.
- Tygara Hátignir ynskja at gera greitt, at tygara tankar og djúpasta samkensla hava verið - og framhaldandi fara at vera - við teimum ofrum av øllum slag av misnýtslu, stendur at lesa í fráboðanini frá bretska kongshúsinum.
Andrew skal eisini flyta úr Royal Lodge í Windsor, har hann hevur havt almennan residens higartil.
Í staðin fer hann at flyta í bústað á privata Sandringham-bústaðnum í Norfolk. Bústaðurin verður privat fíggjaður av konginum, skrivar BBC.










