Í dag skal løgtignið velja tvey umboð í Norðurlandaráðið. Tjóðveldisflokkurin vil hava, at annað av teimum báðum umboðunum, sum løgtingið velur í Norðurlandaráðið, skal falla til andstøðuna. Flokkurin sigur, at siðvenja er, at samgonga og andstøða eiga hvør sítt umboð í Norðurlandaráðnum.
Men av tí at samgongan, sum telur 21 løgtingsfólk hevur gjørt valbólk saman við Sjálvstýrisflokkinum ? og havið hevur 22 tingfólk aftan fyri seg, fær hon báðar sessirnar í Noðrurlandaráðnum. Hetta er tí, at 22 tingsessir av 32 er meira ein ein triðingur, og harvið fellur valið soleiðis út, at stóri valbólkurin fær báðar sessirnar í Norðurlandaráðnum. Um so var, at Føroyar høvdu tríggjar sessir, so hevði andstøðan fingið ein teirra.
Men tað sum Tjóðveldisflokkurin vísir á er, at tað er vorðið siðvenja, at samgonga og andstøða hava hava hvør sítt umboð.
? Hetta er ikki siðvenja í tinginum. Seinastu knøppu 25 árini hevur siðvenja verið, at samgonga og andstøða eiga hvør sítt umboð í Norðurlandaráðnum, og at andstøðan sjálv ger av, hvør røkir annan sessin í Norðurlandaráðnum, sigur Tjóðveldisflokkurin á tingi í brævi til løgtingsformannin og til løgmann.
Flokkurin sigur víðari, at tað er ein týdningarmikil siðvenja, tí umboðan Løgtingsins í Norðurlandaráðnum hevur ongantíð verið partur av samgongu og andstøðupolitikki.
? Hinvegin hevur umboðanin í Norðurlandaráðnum verið eitt fyrimyndarligt dømi um, at Løgtingið hevur verið breitt umboðað, og at semja er millum andstøðu og samgongu um at virka fyri føroyskum áhugamálum í Norðurlandaráðnum.
Tjóðveldisflokkurin vísir á, at tað seinastu seks árini hevur millum annað eydnast í góðum samstarvi millum landsstýrismannin í Norðurlandamálum og norðurlandaráðslimirnar hjá samgongu og andstøðu at fremja týdningarmikil mál fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum:
-Føroyar hava fingið sjálvstøðuga umboðan í nevndini fyri Norðurlendska Mentanargrunnin.
-Norðurlandaráðið hevur eftir føroyskum uppskoti samtykt, at samstarvið við grannarnar í Útnorði verður styrkt (Skotland, Hetland, Orkneyoggjar, Hebridurnar, Írland, Ný Foundland o.o.)
-Umsókn er send um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og í Ráðharraráðnum eftir einmælda samtykt á tingi. Umsóknin er til viðgerðar í Norðurlandaráðnum í løtuni.
-Eftir uppskoti úr Føroyum er ein afturvendandi ráðstevna um havumhørvi og burðardygga nýtslu av tilfeinginum í Norðuratlantshavi skipað.
Landsstýrismaður í Norðurlandamálum seinastu seks árini hevur verið Høgni Hoydal.
? Tí fara vit at heita á Løgtingsformannin og Løgmann um at tryggja, at siðvenjan verður hildin, og at andstøðan kann velja annað umboðið í Norðurlandráðnum.
? Hetta hevði verið týðiligt tekin um, at eitt samt Løgting stendur aftan fyri formansskapin á Løgtingi, og at umboðan Løgtingsins í tí týdningarmikla norðurlendska samstarvinum røkkur út um føroyskan innanríkispolitikk og eisini hevur eitt samt løgting aftanfyri seg, sigur Tingbólkurin hjá Tjóðveldisflokkinum í brævinum til løgmann og løgtingsformannin.
::::MYNDATEKSTUR:::::
Breiða samgonan saman við andstøðuna fær báðar limirnar í Norðurlandaráðið. Hetta heldur Tjóðveldisflokkurin ikki vera rætt, hann heldur, at siðvenjan um, at andstøðan fær annað umboðið eigur at verða vird