Andstøðutingmenn vilja geva Landssjúkrahúsinum eykajáttan

Tveir av andstøðulimunum í fíggjarnevndini hava lagt uppskot fyri ting um eykajáttan til Landssjúkrahúsið

Um verandi virksemi á Landssjúkrahúsinum skal halda fram ótarnað og viðgerðir ikki útsetast til næsta ár, so er neyðugt at játta 17 milliónir krónur í eykajáttan til Landssjúkrahúsið.


Tað meta Bárður Nielsen og Bill Justinussen, fíggjarnevndarlimir fyri ávikavist Sambandsflokkin og Miðflokkin. Teir báðir hava í felag lagt eitt uppskot fyri ting um at játta eina eykajáttan til Landssjúkrahúsið.


Tingmenninir upplýsa í viðmerkingunum í eykajáttanina, at landsstýriskvinnan hevur í fleiri umførum víst á, at Landssjúkrahúsið manglar pengar, men bara ein partur av hesum er játtaður.


- Landsstýrismaðurin hevur í sambandi við umbøn um eykajáttan við fíggjarnevndarskjali 7. juni 2018 og aftur í svari upp á § 52a fyrispurning 4. juli 2018 boðað frá, at Landssjúkrahúsinum vantar 21 mió.kr. til halda uppi verandi rakstri á Landssjúkrahúsinum, so hesin ótarnaður kann halda fram árið út. Av hesum 21 mió. hevur Fíggjarnevndin við fíggjarnevndarskjali játtað 7 mió. til eina bráðkomna rokning. Eftir skuldu verið 14 mió, sum resta í at fáa hildið verandi viðgerðarstøði á LS. Men í munnligum fyrispurningi nýliga hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at tørvurin ikki er 14 mió. kr, men 17 mió. kr, skriva tingmenninir í viðmerkingunum til uppskotið.


Tí heita teir báðir á tingið, at alt fyri eitt játta neyðugu peningin til Landssjúkrahúsið, so at øll, ið hava tørv á sjúkraviðgerð, fáa hana.