Angrar ikki at hann kastaði skógvin

20 ára gamli, Hayder Mustafa Qasim, misti beiggja sín á Utøya. Í rættarsalinum megnaði hann ikki at halda sinninum aftur og kastaði høgra skógv á beininum móti Anders Behring Breivik.

- Eg angri ikki, at eg kastaði skógvin eftir honum, sigur hann.

Hendingin fór fram, tá obduktiónsfrágreiðingarnar vórðu gjøgnum gingnar í tingrættinum í Oslo í dag.

- Eg hoyrdi, hvussu beiggi mín og onnur vórðu dripin. Eg sá, hvussu tey avvarðandi høvdu tað, meðan Anders Behring Breivik sat har ísakaldur. Tá kláraði eg ikki meiri, og tað leyp fyri mær.

Hayder Mustafa Qasim misti beiggja sín, Karar Mustafa Qasim á Utøya. Hann er eisini vinur við ein annan, sum misti arm og bein eftir skaðar av skotum Breiviks.

- You killed my brother. You killer! Go to hell, rópti Hayder sambært NRK, tá hann kastaði skógvin.

Men skógvurin rakti ikki Anders Behring Breivik, men ein av verjum hansara, Vibeke Hein Bæra. Skógvurin rakti hana í síðuna, men hon fekk ikki mein av hendingini.

Hayder Mustafa Qasim angrar ikki, at hann kastaði skógvin eftir drápsmanninum.

- Tá løgreglan fór út við mær, og eg samstundis hoyrdi klapp úr salinum, var eg greiður yvir, at tað, eg hevði gjørt, var rætt, sigur hann við norska Dagbladet.