Hjá B36 gekk sum eftir ánni fyrstu vikurnar av landskappingini í ár. Fimm dystir á rað, har ímillum útidysturin móti B68, endaðu við sigri til høvuðsstaðarliðið. Hetta fekk kanska eisini viðhaldsfólkini at droyma søtar dreymir um 1997, men so vaknaðu tey sum við kaldan dreym.
Broytt B36 lið
Næstu fimm dystirnir kastaðu bert trý stig av sær, og spakuliga mátti B36 ásanna, at teir ikki longur vóru oddalið. Fyrst fóru grannarnir úr HB og síðani VB framvið, meðan B68 og KÍ eisini hava gjørt seg til at yvirhála.
Einki er tí at ivast í, at B36 í dag hevur sett sær fyri at vinna dystin, soleiðis at skeiva gongdin kann vendast.
Tað er tó ikki við sterkastu manning, at B36 ger seg til at taka ímóti toftamonnum. Bjarni Prior, sum leingi royndi at spæla, hóast hann var skaddur í lærkrikanum, er enn ikki komin fyri seg, meðan Jens Kristian Hansen og Mikkjal Thomassen báðir hava leikbann, orsakað av reyðum korti í seinasta dystinum undan steðginum.
Hinvegin mynstrar B36 við tveimum nýggjum leikarum, sæð í mun til fyrru kappingarhálvu. Í álopspartinum hava teir fingið tilgongd av pólverjanum, Maciej Maryniak, og sum skilst, tykjast havnarmenninir væl nøgdir við avrik hansara higartil. Verjuparturin, sum undan kappingarárinum varð roknaður sum veikasti partur av liðnum, er eisini styrktur. Somuleiðis við útlendskum leikara, við tað at Darius Magdisauskas hevur skift FS Vágar búnan við tann hjá B36 í summarsteðginum.
So hjá havnarmonnunum er bert eftir at kanna, um nýggju leikararnir kunnu verða við til at lyfta liðið upp aftur móti tindunum.
Fróði aftur klárur
Hjá toftamonnunum eru treytirnar undan dystinum júst tær somu, sum hjá vertunum. Stigatalið er hitt sama, og tað merkir samstundis, at tørvurin á trimum stigum eisini er eins tráður.
Kanska týdningarmesti leikarin hjá toftamonnum, Fróði Benjaminsen, er tøkur aftur, eftir at hann misti fleiri av várdystunum orsakað av skaða í knænum. Hinvegin eru hvørki Jan Petersen ella Jákup Eli Olsen enn til reiðar at fara á vøllin. Jan hevur bruna í hælsinuni, meðan Jákup Eli hevur slitið somu sinu.
Heldur ikki Mannbjørn Nesá, sum annars hevur roynst sera væl í ár, er tøkur. Hann hevur leikbann.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....