Anna sigur 'nei takk' Sjúrður hyggur upp á tað

Anna Falkenberg heldur ikki, at tørvur er á at umseta til føroyskt. Sjúrður Skaale fer at 'hyggja upp á tað'

Hann sigur, at tað sum tey gera á skrivstovu hansara verður gjørt á føroyskum. 

– Men viðhvørt hava vit tørv á at umseta tilfar hjá okkum til danskt, eitt nú kanningina vit gjødu um abort fyrr í ár. Tað var áhugi fyri kanningini í Danmark, og tí fekk eg fólk at umseta hana til danskt. So jú, hatta ljóðar sum eitt tilboð, sum vit kunnu brúka – í øllum førum av og á, sigur hann.

Tá vit hittu Onnu Falkenberg, hevði hon júst verið gestur hjá TV2 News um málið um føroyskt og grønlendskt mál í Fólkatinguinum.

 

Hon sigur, at hon ikki hevur tørv á at fáa pengar til at umseta tilfar til føroyskt.

 

– Eg havi ikki brúk fyri hasum, men um tað kann koma einaferð í framtíðini, so kunnu vit taka tað uppaftur, sigur hon.

 

Anna Falkenberg vísir á, at avbjóðingarnar hjá føroyum og grønlendingum, soleiðis sum hon skilir tað, ikki eru tær somu.

 

Lesið eisini: Skulu sjálvi týða røðurnar til danskt

 

Sjúrður Skaale hevði ikki hoyrt um avgerðina hjá formansskapinum í Fólkatinginum, tá vit hittu hann í telefonini. Hann sigur, at hann ikki hevur havt tørv á at tosa føroyskt og hevur heldur ikki hugsað um at fáa pengar til at umseta tilfar til føroyskt.

 

– Men fáa vit eyka talutíð til at tosa føroyskt á røðarapallinum, so fari eg helst onkuntíð at gera tað.

 

Lesið eisini: Sjúrður og Anna fáa pengar til tulkar í Fólkatinginum

 

Hann sigur, at tað arbeiði, sum tey gera á skrivstovu hansara, verður fyri tað mesta gjørt á føroyskum.

 

– Men viðhvørt hava vit tørv á at umseta tilfar hjá okkum til danskt, eitt nú kanningina, sum vit gjødu um abort fyrr í ár. Tað var áhugi fyri kanningini í Danmark, og tí fekk eg fólk at umseta hana til danskt. So jú, hatta ljóðar sum eitt tilboð, sum vit kunnu brúka – í øllum førum av og á, sigur hann.