Anna syngur fyri 1000 fólkum

Anna Faroe, ella Anna Nygaard, sum vit eisini kenna hana sum, spælir í kvøld fyri 1000 fólkum í Odense Congress Center. ? At spæla saman við so góðum fólki, og fyri so nógvum fólki er heilt fantastiska stuttligt og spennandi, sigur Anna.

 

Tónleikararnir, Anna sipar til, eru Lars H.U.G., Bamse, Ida Corr og Bryan Rice. Anna sjálv skal á pallin klokkan 21.15 danska tíð ? altso um ein góðan tíma. Tá vit tosaðu við Annu beint áðrenn konsertina, sat hon í bactstagehølunum, og gleddi seg at fara á pallin.

 

Tiltakið í kvøld kallast Rocking Christmas og er eitt slag av risa jólafrokost, har minst 1000 fólk luttaka.