Leygardagin 2. og sunnudagin 3. november verður annað umfar av Grand Prix-kappingini, sum í vetur kallast “Marine Harvest Open”, í Badmintonhøllini í Havn.
Tilsamans eru 171 spælarar meldaðir til hetta umfarið, og tilsamans skulu 304 dystir spælast hesar báðar dagarnar.
Størsta einstaka deildin hesaferð er U11 hjá dreingjum, har fýra spælarar eru í hvørjum bólki, so bara í tí deildini skulu 60 dystir spælast, áðrenn ein vinnari er funnin.
Leygardagin spæla ungdómsdeildirnar frá klokkan 8.30 til klokkan 22.30, og tey vaksnu spæla so seinnapartin sunnudagin.